Klár/ur til skíðferiu 2019

Skalt tú á skíðferiu í vetur? Vilt tú minka um vandan fyri einum skaða? Vilt tú fyrireika teg kropsliga, so tú fært sum mest burturúr skíðferiuni?
Vit á FYSIO bjóða liðvenjingar, ið eru málrættaðar eini skíðferiu. Vit venja í 6 vikur – mánakvøld og hóskvøld kl. 20.00-21.00. Byrjað verður hóskvøldið 3 januar. Kostnaður 1195,-

Endamálið við venjingini er at styrkja kropslutirnar, ið verða mest nýttir, tá ein stendur á skíð. Serliga verður hugsað um venjingar, sum styrkja og stabilisera knø, mjadnar, búk og rygg. Konditiónsvenjing verður somuleiðis partur av venjingini. Venjingarnar verða lagdar til rættis soleiðis, at øll kunnu vera við – bæði vand og óvand.

Tilmelding á fysio@fysio.fo