Venjing í vatni er eitt gott alternativ til barnakonir. Vit venja allan kroppin og fáa pulsin upp. Ì vatni missir tú tyngdina og tú kanst gera næstan allar rørslur uttan stríð. Dentur verur lagdur á andadráttin og kokubotnin, sum møguliga kann hjálpa tær at fáa ein betri barnsburð. Vegleiðing um kropsburð sitandi, standandi og liggjandi, so tú hevur minni genur í tí dagliga. Venjingin er í ein tíma og er fyri allar barnakonur uttan mun til hvat trimestur tú ert í. Kostnaður 1195,00 fyri í alt 10 tímar undirvísing. Síðsti undirvísingar tími er 9 juni.