Um okkum

Á FYSIO eru vit fýra fysioterapeutar, sum bjóða tær viðgerð, vegleiðing og venjing á høgum fakligum støði. Vit eru Hallgerð Bjartalíð, Brian Fossabrúgv, Jóan Magnus Lamhauge Dalbø og Durita Reinert.

Vit eru javnan á skeið og eftirútbúgva okkum fyri at fáa ta nýggjastu vitanina innan fysioterapi. Vit leggja stóran dent á, at tú fært eina nágreiniliga og persónliga viðgerð og vegleiðing. Vit hava øll ymiskar førleikar og víðariútbúgvingar, og kunnu tí bjóða tær eitt stórt úrval av ymiskum viðgerðarháttum.

Vit samstarva við viðgerðarstovuna MedCare

HALLGERÐ BJARTALÍÐ

Prof. bachelor í fysioterapi, 2001

  • Síðan 2016: Starvast á FYSIO
  • 2013 – 2016: Starvast á Bjartalíð Fysioterapi
  • 2006 – 2013: Starvast á Havnar Fysioterapi
  • 2005 – 2006: Starvast á klinik í Ceresté (Fraklandi)

Eftirútbúgvingar:

  • Manuella terapi
  • Ítróttarskaðar
  • McKenzie ABCD 2006-2012
  • Kinesiotape (KT 1-3) 2013
  • Grundleggjandi skeið í kanning og viðgerð av inkontinens hjá vaksnum (modul 1 og 2) 2014 og 2017, obstetriskt modul 2021
  • Instruktør í Pilates Body Control 2017

Mín stóri áhugi er viðgerð av økslini og rygginum umframt barnakonur, sum hava trupulleikar undir barnsburði.

Eg viðgerði kvinnur og menn, sum hava trupuleikar við kokubotninum, inkontinens ella pína. Eg eri serútbúgvin innan hetta øki og góðkend sum Uro-Gyn-Obs fysioterapeutur ígjøgnum DUGOF.  (Dansk selskab for urologisk, gynækologisk og obstetrisk fysioterapi).

BRIAN FOSSABRÚGV, Cert. MDT

Prof. bachelor í fysioterapi, 2003

  • Síðan 2016 starvast sum fysioterapeutur á viðgerðarstovuni FYSIO
  • Síðan 2004 starvast sum fysioterapeutur fyri tey ymisku fótbóltslandsliðini hjá FSF
  • 2003 – 2015 starvast á Havnar Fysioterapi og á somatisku deild á Landssjúkrahúsinum

Eftirútbúgvingar:

  • Síðan 2015 í gongd við grundútbúgvingina innan Mulligan konceptið
  • Prógv í GLAID konceptinum (godt liv med artrose i Danmark)
  • Prógv í grundútbúgvingini Mechanical Diagnosis and Therapy (Mckenzie)

Havi síðan áhaldandi tikið eftirútbúgvingar innan manuella terapi, kinesiotape og ítróttarfysioterapi

JÓAN MAGNUS LAMHAUGE DALBØ, Cert. MDT

Prof. bachelor í fysioterapi í 2015

  • Starv í Fysio 2021
  • Starv í Havnar Fysioterapi 2015 – 2021 i
  • Starv í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu 2015

í 2015 var eg knýttur at besta mansliðnum í hondbóltsfelagnum H71 og frá 2016 til og við kappingarárið 2020 var eg knýttur at besta mansliðnum í fótbóltsfelagnum HB. Harumframt havi eg av og á verið knýttur at ymiskum landsliðum hjá bæði HSF og FSF.

Eg strembi eftir at vera á ráðstevnum og skeiðum uttanlanda minst 2 ferðir um árið.

Eftirútbúgvingar

  • Prógv í GLAD konceptinum innan rygg 2021
  • Prógv í MDT (Mechanical Diagnosis and Therapy, McKenzie) 2017
  • Havi tikið øll skeiðini innan ítróttarfysioterapi ígjøgnum DSSF (Dansk Selskab for Sportsfysioterapi)
  • Dynamic tape level 1
  • Skeið ígjøgnum Sundhedsordningen – Knæ og øksl

Eg havi serligan áhuga innan ítróttarskaðar og annars havi eg arbeitt nógv við fólki, ið hava antin rygg/nakka-, aksla- ella knætrupulleikar.

Durita Reinert

Prof. bachelor í fysioterapi í 2016

  • 2022: Starvist í Fysio
  • 2021: Spælihetja á barnadeilidini á LS.
  • 2021: Starvast hjá NB Fysioterapi
  • 2021: Partvís tilknýtt besta mansliðnum hjá Havnar Bóltfelag
  • 2019-2020: Tilknýtt kappingarliðunum hjá Havnar Fimleikafelag
  • 2016-2021: Starvast í Heilsu- & Umsorganartænastuni í Tórhavnar Kommunu

Eftirútbúgvingar:

  • CPOP og CP Skeið -Kaningar og viðgerðir fyri børn við Cerebral Paresu
  • Motorikvenjing fyri børn undir skúlaaldur (DGI Byen)
  • Movement ABC – Kanningar og viðgerð fyri motorisk ósikkur børn
  • Apopleksi skeið – Funktionel endurvenjing
  • Viðgerð fyri børn og ung við strongd og atburðstrupulleikum

Mín stóri áhugi er viðgerð, venjing og undirvísing innan barna- og ungdómsøkið. Útyvir eftirútbúgvingar, luttakið eg eisini regluliga í temadøgum og “workshops” fyri at fáa nýggjastu vitanina innan barna- og ungdómsøkið.

Ein annar stórur áhugi er endurvenjing og viðgerðir fyri ung við skoliosu og ítrottarskaðum.