Viðgerð

Øll viðgerð byrjar við eini nágreiniligari fysioterapeutiskari kanning, sum skal fáa greiðu á trupulleikanum og orsøkini til trupulleikan. Her er tað sera umráðandi, at tú kunnar okkum so nágreiniliga um skaðan sum gjørligt, og hvørja ávirkan skaðin hevur á tín dagligdag. Síðani leggja vit eina ætlan saman við tær, um hvør viðgerð hóskar best til tín. Hendan ætlan verður so eftirmett og møguliga broytt leypandi.

Tín lutur í viðgerðini:

Fyri at viðgerðin skal eydnast og vera virkin, er tað umráðandi, at tú, í samráð við okkum, hevur ein aktivan lut í viðgerðini. T.d. kann tín aktivi lutur vera at gera venjingar heima, sum er ein sera týdningarmikil partur av viðgerðini, og sum somuleiðis eisini fyribyrgir, at skaðin kemur aftur. Annar aktivur lutur kann vera broyting av kropsburði ella arbeiðsstøðu.

McKenzie

Vit veita eisini McKenzie viðgerð hjá FYSIO. McKenzie konseptið byggir á kanning, viðgerð og fyribyrging av mekaniskari pínu í serliga nakka og lendum.

Konseptið er viðurkent í læknaserfrøðini og verður viðmælt, tá fólk hava pínu í sambandi við t.d. diskusprolaps og feilstøður í diskinum ella sjálvum liðinum. Viðgerðin er eisini væl egnað, tá mann hevur trupulleikar í liðum í armum og beinum.

Ítróttarskaðar

Á FYSIO hava vit drúgvar royndir innan viðgerð av ítróttarskaðum, og vit leggja stóran dent á at útbúgva okkum leypandi innan hetta øki.

Í okkara gerandisdegi viðgera vit serliga skaðar innan hesar ítróttargreinar: Fótbólt, hondbólt, renning, kapprógving, svimjing, badminton, flogbólt, fimleik og frælsan ítrótt.

Skaðarnir kunnu bæði vera brádliga íkomnir ella kroniskir. Fyri bæði sløgini er tó galdandi, at ein neyv diagnosa er avgerandi fyri kunning, viðgerð og ráðgeving.

Tá mann fær ein skaða, er tað umráðandi at fáa røttu viðgerðina beinanvegin, soleiðis at mann fær tað besta úrslitið. Um mann kemur í røttu viðgerðina, minkar mann um skaðan og styttir somuleiðis uppvenjingartíðarskeiðið.

Vit arbeiða tætt tvørfakligt við fyritøkuna MedCare innan ítróttarøkið.

Kanning av kokubotninum og kokubotnavenjingar

Hevur tú trupulleikar við at halda uppá vatnið? Hetta kann gerast nakað við. Við at venja vøddarnar í kokubotninum kann mann hjálpa uppá trupulleikan í trimum út av fýra tilburðum.

Kokubotnavenjingar eru serliga aktuellar til barnakonur fyri at betra um burðartíðina, fyri at fáa ein betri barnsburð og fyri at koma seg skjótari eftir barnsburð.

Kokubotnavenjingar eru eisini serliga aktuellar til fólk, sum eru komin í skiftisárini, bæði menn og kvinnur. Tí í hesu tíðini minkar smidleikin í vøddunum, og tí kann ein fáa trupulleikar við at halda uppá vatn og luft og í ringasta føri skarnið.

Ivast tú í, um tú dugir at spenna rætt upp í kokubotninum, kunnu vit hjálpa tær.

Møguleiki er at fáa eina minni kanning av kokubotninum, har vit kanna:

  • tonus – tann natúrliga spenningin í kokubotnavøddunum
  • styrkina
  • úthaldnið
  • skjótleikan – hvussu skjótt tú klárar at aktivera kokubotnin
  • koordinatiónina – t.d. um tú klárar at spenna upp í kokubotninum, áðrenn tú hostar

Út frá hesi kanning gera vit síðani eina meting og eina venjingarætlan, sum passar júst til tín tørv.

Fysioterapeutur: Hallgerð Bjartalíð.

Giktasjúkur

Á FYSIO koma javnan fólk, sum hava fingið eina giktadiagnosu. Serliga síggja vit nógv til giktasjúkurnar artrosa (slitgigt), Mb. Becterew, Mb. Forestier og MB. Sheurman.

Summar giktasjúkur skulu viðgerast við heilivági, meðan aðrar ikki kunnu viðgerast við heilivági. Felags fyri allar er tó, at fysioterapi er umráðandi í sambandi við fyribyrging av deformiteti og stívleika.

Giktapínan kann vera sera skiftandi í styrki, og skulu venjingarnar tískil tillagast hareftir. Endamálið við venjingunum er m.a. at varðveita rørsluna í rygginum umframt at fyribyrgja stívheit og samanvøkstri av rygginum.

Pilates Body Control

Við “Body Control Pilates háttinum” arbeiða vit við teimum djúpu búk- og ryggvøddunum, sum eisini kallast “kjarnan”. Hetta er ein úrslitagóður venjingarháttur, har øll kunnu vera við, óansæð venjingarstøði. Hetta er serliga trygg venjing fyri fólk við ryggtrupulleikum.

Høvuðsendamálið við venjingarháttinum er at gerast tilvitaður um egnan kropsburð, har hvør rørsla tekur støði í teimum átta grundleggjandi meginreglunum:

Hvíld, kropsburður, konsentratión, sentrering, andadráttur, samskipan, úthaldni og flótandi rørslur.

Tá vit arbeiða við teimum djúpu vøddunum, økja vit stabilitetin í ‘kjarnini‘. Kroppurin verður altíð sæddur sum ein heild, og vit arbeiða við at loysa ávísar trupulleikar út frá eini heildarmynd av kroppinum.

Tín kropsvitska verður styrkt. Body Control Pilates hátturin lærir teg at hava betri tamarhald á tínum kroppi.

Til ber at fáa ein til ein undirvísing ella undirvísing á holdi, har bert tríggir ella fýra persónar luttaka.

Tilmelding við at ringja á 228600 ella skriva til hallgerd@fysio.fo

Venjari: Hallgerð Bjartalíð, fysioterapeutur.

Kinesiotape

Kinesiotape (kinesioteyp) er ment av japanska kiropraktorinum og kinesiologinum, Dr. Kenso Kase, í 1973. Endamálið var at gagnnýta náttúrligu lekingarprosessina hjá kroppinum alt samdøgrið. Teypið er vanliga gjørt úr bummull við einum akryllagi og er vovið í bylgjum. Tað verður sett á húð og muskulatur fyri at stuðla uppundir smidligheitina í vøddalagnum.

Teypið situr á húðini 4-6 dagar í senn og virkar á vevnaðin á fleiri mátar:

  •  Rættar vøddafunksjónina: Teypið minkar um vøddaspenningar, framskundar lekingarprosessina og minkar um vøddamøði og krampar.
  • Betrar um blóðsirkulasjónina og sirkulasjónina í eitlunum (lymferne): Teypið hjálpir kroppinum at beina burtur ótørv, vesku og bløðingar við at flyta vøddarnar.
  •  Minkar um pínu: Tá teypið verður sett á staðið, har pínan er, hjálpir hetta til at tálma pínuni nervasjúkufrøðiliga (neurologisk).
  •   Seta í lið aftur: Teypið kann hjálpa til at stuðla liðinum og harvið endurskapa vanligu funktiónina.

Handaviðgerð/massasja

FYSIO bjóðar eisini vanliga massasju. Tað er ikki neyðugt at hava ávísing frá egnum lækna til hesa viðgerð. Kostnaðurin er kr. 350,00 fyri ein hálvan tíma.