Liðvenjing fyri seniorar
Vit bjóða liðvenjing fyri seniorar, sum ynskja at halda seg virkin og styrkja kroppin í einum tryggum og stuðlandi umhvørvi.
Venjingin er skipað soleiðis, at vit arbeiða miðvíst við:
- styrki
- javnvág
- koordinatión
- konditión
Endamálið er at betra um likamliga førleikan, økja um trygd í gerandisdegnum og stuðla undir eina virkna og góða lívsgóðsku.
Undirvísari er Bogi Sørensen, fysioterapeutur, sum leggur dent á fakliga væl skipaða og trygga venjing, lagaða til tørvin hjá hvørjum einstøkum.
Liðini eru smá – í mesta lagi 8 luttakarar – fyri at tryggja góða vegleiðing og persónliga uppfylging.
Tilmelding á: bogi@fysio.fo ella við at ringja á 228600


