Beskrivelse
BABYSVIMJING
4 x Fríggjadagar: 4.oktobur, 11.oktobur, 18.oktobur og 1.novembur (tvs pausa í heystferiuni)
Kostnaðurin er 625 kr. fyri alt skeiði
Baby 3-6 mdr kl. 14.00
Baby 7-12 mdr kl. 14.30
Hettar er møtitíðin í hylinum. Skiftingarrúmini eru opin frá kl. 13.30.
Svimjingin er í Eysturskúlanum, Djóna í Geil Gøta 17, og varar í 30 min pr.lið.
Tað er krav frá skúlanum at barnið hevur svimjiblædu og serligar svimjibuksir á.
Tað er ‘først til mølle’.
Tilmelding á beinta@fysio.fo við at skriva:
Navnið á barninum og aldur í mdr.
Navn á foreldur/vaksnum
Telefonummar
GG: Tit hava ikki bóka skeiði fyrr enn goldið er. Tit fáa info um hettar á teldupost. Gleði meg til at síggja tykkum!
Beinta Bak Simonsen
Barselsvikar
– tað er við gleði at vit í FYSIO sleppa at vikariera fyri Pernille meðan hon fer frá at njóta sín barsil.
Beinta er eftirútbúgvin og starvist innan barnaøki. Beinta starvast til dagligt við pinkubørnum og børnum. At stimbra sansirnar og motorikkin er eitt av hennara fakligu hjartamálum.
Beinta sigur soleiðis:
Svimjing er ein sera góður máti at stimbra primærsansirnar og sansamotorikkin!
Taktilsans (nertingarsans):
Trýsti frá vatninum, rørslurnar i vatninum, sprutt og plask, hita og kulda, prikandi brúsa og bleytar aldur. Alt er við til at stimbra receptorar í húðini, sum sendir boð til heilan sum síðani tulkar hettar. Vit føla hvar kroppurin “byrjar og endar”.
Proprioceptivsans (vødda-lið-sans):
Mótstøðan í vatninum tá barnið rør seg, kropsvektin broytist i vatn og tann kraftin man skal leggja i eina rørslu er ein heilt onnur enn á landi. At skula halda høvdi uppi yvir vatninum, ella undir vatninum og svimja runt, er styrkjandi og stimbrandi venjing fyri vøddar og liðir okkara.
Vestibulærsans (“balansusans”):
Tá vit svimja runt i vatninum, venda okkum upp og niður, dykka, hoppa og svinga, flyta vit uppá høvdi soleiðis at labyrint organi inni í oyranum stimbrast og sendir signal til okkum um hvønn stilling høvdi og kroppurin hjá okkum er í. Hettar styrkir okkara kenslu fyri hvar og hvussu vit eru stødd í rúminum.
Tá vit stimbra sansamotorikkin styrkja vit heilan! Børn læra verðina og kroppin at kenna við at røra seg og sansa – heilin lærir at tulka tað kroppurin sansar og gera tað møguligt hjá barninum at gera eina motoriska rørslu sum passar til støðuna. Summi børn hava trupult við at tulka sansasignal, sum antin kunnu følast ov nógv ella ov lítið og kann hettar vísa seg á ymsan hátt og gera at barnið ikki trívist optimalt. Her kann svimjing millum annað vera ein góð venjing!
Beinta gleðir seg at byrja nýgg lið við barnasvimjing í august og síggja tykkum og tykkara fittu børn til eina stimbrandi og hugnaliga løtu.
Se mindre