Beskrivelse
Hjá FYSIO bjóða vit: liðvenjing til fólk, ið hava fingið skift knæ- ella mjødn.
Endurvenjing eftir skurðviðgerð kann kennast bæði krevjandi og einsligt. Við liðvenjing fært tú møguleikan at venja saman við øðrum í somu støðu – við hollari vegleiðing frá fysioterapeuti. Hetta gevur bæði tryggleika, motivatión og felagsskap.
Hvat er endamálið við liðvenjing?
-
At styrkja og betra um rørslu eftir skurðviðgerð
-
At fyribyrgja eyka pínu
-
At hjálpa tær aftur til ein virknari og sterkari gerandisdag
-
At skapa felagsskap millum luttakarar við líknandi royndum
Hví velja FYSIO?
Brian Fossabrúgv hevur drúgvar royndir innan knæ- og ítróttarfysioterapi og arbeiðir eisini við GLAID-venjingum til fólk við mjadna- og knætrupulleikum. Hann leggur stóran dent á fyribyrgjandi venjing og arbeiðir miðvíst við at geva luttakarum neyðuga vitan og venjingarháttir, sum kunnu nýtast bæði í liðtímanum og heima.
📩 Tilmelding / meira kunning:
Set teg í samband við Brian á brian@fysio.fo ella ring 228600
Vant verður tvær ferðir um vikuna týsdag kl. 12:30 og fríggjadag kl. 13:30
Venjingin fer fram í venjingarsalinum hjá Yndi.
Undirvísari er Brian Fossabrúgv, fysioterapeutur


















