Beskrivelse
Barnamotorikkur er bólkavenjing fyri pinkubørn. Í gjøgnum sangir, aktivitetir og spøl aktivera og stimbra vit allar sansir hjá barninum. Tað eru 10 børn á hvørjum liði, og aktivitetirnir eru tengdir at aldursbólkinum.
Gjøgnum eitt barnamotorikkskeið venja vit ymsisk sløg av búklegum, balansu, koordinatión, rútmu, rulla frá síðu til síðu, bóltarút, at aka, grulva, sita og at styrkja allan kroppin sum hann er. Alt hetta er fyri at stimbra grundmotorikkin hjá barninum, at fyribyrgja yndissíðu og skeivleikar.
Undir venjingunum/aktivitetunum verður greitt frá hví vit gera so, og hvat tað er gott fyri. Eisini hava foreldur møguleika at seta spurningar, og at fáa ráð til einkulta barnið.
Beinta gleðir seg at skipa fyri einari hugnaligari løtu fyri tær og tínum barni, har nærvera og sansamotorisk stimbran er í fokus!
Privat mammubólka tími
Her taki eg útgangsstøði ið aldrinum á tykkara børnum og teirra menning og vit gera venjingar sum nemt kunnu gerast heima.
Hettar má vera ein mikudag fyrrapart og er bert eina ferð.
Send ein mail pr. mammubólk.
Praktisk info:
Skeiðini eru í alt 4 vikur hvør, einaferð um vikuna.
Tað vera tvey lið:
Pinkulið:
• 3-6 mdr aldur, mánadagar kl. 12-13 Byrjar 8 apríl til 29 apríl 2024
Babylið:
• 7-10 mdr aldur, hósdagar kl. 12-13
Byrjar 11 apríl til 2 mai 2024
Kostnaðurin er 500 kr. fyri alt skeiði.
Pláss er fyri í minsta lagi 6 og mesta lagi 10 á hvørjum liði. Tað er ‘først til mølle’
Skeiði fer fram í liðsalinum hjá Yndi undir FYSIO á Sundsvegnum 6.
Tilmelding á beinta@fysio.fo við at skriva:
1. Babylið ella pinkulið
2. Navn á lutakandi foreldur
3. Navn á barni
4. Telefonummar
Er tú í iva um hvat lið høskar seg til títt barn ella er barn títt á ‘aldursgrensuni’, so ert tú vælkomin at skriva til mín, so taka vit eitt prát um tað.
GG: Tit hava ikki bóka skeiði fyrr enn goldið er. Tit fáa info um hettar á teldupost.
Gleði meg til at síggja tykkum